Frítíðarskúlin er normeraður til 20 børn úr 1. og møguliga 2.flokki. Vit halda til í hølum hjá Trongisvágs skúla. Tað eru 3 starvsfólk á stovninum.
Endamálið hjá frítíðarskúlanum Smæruni er, at børnini eftir skúlatíð, kunnu verða í einum tryggum umhvørvi og við vegleiðing frá vaksnum kunnu mennast innan hesi øki: persónliga, socialt, málsligt, kropp og rørsluliga.
Náttúra og mentan er eisini ein partur av gerandisdegnum. Vit vilja arbeiða fyri at børn, foreldur og starvsfólk kunnu kenna seg trygg og glað at koma á stovnin.
Børnini koma í frítíðarskúla eftir lokna skúlatíð. Frítíðarskúlin heintar børnini í 1. flokki uttanfyri skúlastovuna tann fyrsta mánaðin, tá ið vanliga skúlagongdin er lokin. Børn, ið hava verið til svimjing í skúlatíðini, verða eisini heintað tann fyrsta mánaðin. Eru børnini farin í føðingardag ella til frítíðarvirksemi, kunnu tey bert koma aftur í frítíðarskúlan, um hetta er avtalað frammanundan.
Boðast skal frá um barn tykkara ikki kemur í frítíðarskúlan.
Tað er umráðandi at barnið verður "krossað av" tá tað verður heintað og at sagt verður farvæl við eitt av starvsfólkunum. Hetta er ein partur av tryggleikanum í frítíðarskúlanum.
Stovnurin stongir kl. 17.00