Starvslýsingar

Put your text here

Starvslýsingar

Lagt út tann 01. nov. 2023

Starv Tannlækni

Starvsheiti Tannlækni

Virki Tvøroyrar kommuna

Deild Barnatannrøktin

Umsóknarfreist 24. nov. 2023

Byrjunardagur 01. jan. 2024
10. november 2023

Tannlækni til barnatannrøktina hjá Tvøroyrar kommunu

Barnatannrøktin

Barnatannrøktin kannar og viðgerð børn og ung í aldrinum 0-18 ár í Tvøroyrar, Fámjin og Hvalbiar kommunu. Tannrætting fer fram við seravtalu, har serlækni javnan vitjar í viðtaluni.

Barnatannrøktin á Tvøroyri heldur til í hugnaligum hølum í miðbýnum á Tvøravegi 46, har tað eru tvær klinikkir og rúmligt frálærurúm, skrivstova og móttøka v.m.

Barnatannrøktin arbeiðir við talgildari journalskipan og røntgenskipan, ávikavist TK2 og Digora. Starvsfólkini í tannrøktini eru 6 í tali, leiðandi tannlæknin, 3 klinikkatstøðingar, ein tannrøktari og eitt reingerðarfólk.

Umframt vanliga klinnikk- og tannlæknarøktina verður løgd stór áherðsla á fyribyrgjandi arbeiði, har tannrøktin vitjar í skúla og barnagarði, við frálæru og kunning um tannrøkt.

Hvør ert tú?

Tað er ein fyrimunur at hava royndir innan barnatannrøkt, men er ikki eitt krav. Vit vænta tó, at tær dámar at arbeiða við børnum og ungum umframt at arbeiða við fyribyrgjandi arbeiði. Eisini leggja vit dent á nærlagni og sjálvstøðugt arbeiði. Vit vænta eisini, at tú hevur góð samstarvsevni, ert jalig/ur og fyrikomandi, og hevur góð pedagogisk evnir.

Setanarviðurskifti:

Løn og setanarviðurskifti eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið KAF og Dansk Tandlægeforening.

Umsókn og freist:

Talan er um fast starv frá 1. januar 2024, ella skjótast gjørligt.

Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum, v.m., skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. november 2023, kl. 12.00. (Barnaváttan verður umbiðin til møguliga setanarsamrøðu)

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóri á tlf. 611085

 

Søk starvið her

TÍÐINDI

ANNA POULSEN 100 ÁR Í DAG
7. NOVEMBER 2023
Hátíðardámur á Tvøroyri í dag, nú Anna Poulsen fyllir 100 ár. Anna er er fødd 7. novembur í 1923 í Porkeri, har hon vaks upp.
ANNA POULSEN 100 ÁR Í DAG
7. NOVEMBER 2023
Hátíðardámur á Tvøroyri í dag, nú Anna Poulsen fyllir 100 ár. Anna er er fødd 7. novembur í 1923 í Porkeri, har hon vaks upp.